Eftir oyðimarkargongd í fyrra hálvleiki kveiktist spenningur og undirhald av álvara eftir steðgin í Gundadali, har grannauppgerðin millum B36 og HB endaði 2-2.
Í B36 eru teir vónbrotnir um javnleikin, tí árstalsfelagið hevði allar møguleikar at vinna øll stigini. Beinanvegin eftir steðgin misti HB málverjan, tá ið Bjarti Vitalis Mørk dygst uttanfyri brotsteigin steðgaði Pæturi J. Petersen hjá B36, ið varð spældur leysur av Ragnari Samuelsen, sum vann nærdyst við Noah Mnenéy.
Alex Troleis tók reyða kortið úr lummanum, og eftir 10 minuttir var eykamálverjin hjá HB klárur. Tað fyrsta hann gjørdi var at taka bóltin úr málinum, eftir at Pætur J. Petersen við frísparki sendi bóltin flatt í handaru síðu av málinum.
Tá vóru 52 minuttir farnir, og í 62. minutti var tað Hannes Agnarsson, sum við handara stólpa heilfluktaði bóltin í málið eftir innlegg úr høgru frá Símuni Sólheim, sum snilt varð spældur leysur av Marius Kryger Lindh.
So var reyði leyparin rullaður út fyri B36, sum ikki megnaði at taka av. Nógvu óroyndu B36 spælararnir tóktust tyngdir av fínu støðuni, sum teir vóru komnir í.
-Vit høvdu fult og heilt tak á tí, inntil tað vóru 20 minuttir eftir. Eftir fínt avrik fóru vit at hugsa um, at vit høvdu so nógv at missa. Vit høvdu spælt væl, og HB hevði ikki verið vandamikið. So fór HB at spæla væl. At vit ikki vunnu er stórt vónbrot, sigur Jákup Martin Joensen venjari hjá B36 í samrøðu við Trygva Absalonsen í FM1 útvarpinum.
HB legði við nógvum høgum sendingum bóltin inn um B36 verjuna, og í tveimum førum eydnaðist tað at skora og harvið at javna til 2-2.
Í fyrra førinum var tað innskifti Jonas Enkrud, sum setti bóltin í málið eftir langt innkast úr vinstru frá Bartali Wardum, og í seinna førinum var tað eftir horna úr vinstru. Heðin Hansen, sum var miðverji fyri skadda Viljorm Davidsen, vann aftanfyri handara bóltin og legði innfyri málið, har Emil G. Pedersen umvegis tvørtræið setti bóltin í málið.
Tá vísti klokkan 90 minuttir, og í teimum 15 minuttunum, sum vóru eftir, var tað øgiliga intenst, og tað var møguleiki fyri máli í báðum endum, tí talan var um spentar støður, eisini tí tað var stutt millum mistøkini.
Síðani hann tók við sum HB venjari hevur André Olsen framvegis ikki tapt. Í dag sá tað út til, at B36 fór at vinna, men so var tað, at undirmannaða HB í 90. minutti javnaði til 2-2.
-Hetta var tvíbýtt upplivilsi. Í fyrra hálvleiki riggaði tað ikki hjá okkum. Tá ið vit mistu málverjan og vóru undirmannaðir haltaði tað eina løtu, og vit vóru aftanfyri 2-0. Vit skiftu til at spæla við trimum miðverjum og tveimum í álopinum. Endamálið var at mynda kaos í brotsteiginum hjá teimum, og tað eydnaðist, og vit kunnu ikki siga annað, enn at vit eru nøgdir við javnleikin, tá ið fyritreytirnar verða havdar í huga, sigur André Olsen venjari hjá HB, sum nú fer at fyrireika seg til Europa dystirnar ímóti Brøndby.
B36 verður aftur á vøllinum ólavsøkuaftan, tá ið TB verður mótstøðuliðið í landskappingardysti.
B36 – HB 2-2 (0-0)
1-0: Pætur J. Petersen
2-0: Hannes Agnarsson
2-1: Jonas Enkerud
2-2: Emil G. Pedersen
Dómari: Alex Troleis
B36: Silas Eyðsteinsson – Símun Sólheim, Bogi Reinert-Petersen, Mattias Weihe Joensen, Rói Hansen – Marius Kryger Lindh, Mattias Hellisdal, Jógvan Kárason Gullfoss, Ragnar Samuelsen, Hannes Agnarsson – Pætur J. Petersen
HB: Bjarti Vitalis Mørk – Ási P. Dam, Bartal Wardum, Heðin Hansen, Lassana Faye – Heini Sørensen, Noah Mnenéy, Sammy Skytte, Dan í Soylu – Emil G. Pedersen, Jákup L. Thomsen