Hbold: Óli Mittún er millum fimm tey sterkastu nýggju nøvnini

Stóri danski hondbóltsmiðilin heldur, at GOG hevur gjørt eitt "scoop"

Stóri danski hondbóltsmiðilin, hbold.dk metir, at Óli Mittún er millum fimm tey sterkastu nýggju nøvnini í bestu donsku hondbóltsdeildini.

 

Tey fimm nøvnini hbold dregur fram eru hesi. Og sigast má, at hetta eru fimm dygdarnøvn: 

 

Juri Knorr (Frá Rhein-Neckar Löwen til Aalborg Håndbold)

 

Patrick Helland (Frá Elverum til Aalborg Håndbold)

 

Óli Mittún (Frá IK Sävehof til GOG)

 

Jerry Tollbring (Frá Füchse Berlin til Ribe-Esbjerg HH)

 

Hampus Wanne (Frá Barcelona til HØJ)

 

Um Óla skrivar hbold: - Føroyski Mittún hugtók enn eina ferð til U21 HM-endaspælið, har hann bæði gjørdist toppskjútti og MVP (mest virðismikli leikarin) í kappingini. GOG hevur við hesari tilgongdini gjørt eitt regulert "scoop". Hansara gjøgnumbrotspotentialið í bestu mansdeildini er sera stórt, og hann kann gerast ein marra hjá mótstøðuliðunum.