Barn undir 15 ár hevði drukkið ov nógv

Løgreglan hevur skrivað eitt mál um barn undir 15 ár, sum var drukkið, og so er spurningurin um eitt harðskapsmál er hent í Klaksvík

 

 

- Tað hevur verið merkiliga friðarligt, tó at tað hevur verið bæði sunnunátt og Summarfestivalur.

 

Soleiðis hevði ein starvsfelagi á løgreglustøðini tikið til, tá vaktleiðarin kom á vakt, og nú í morgun helt vaktleiðarin fyri, at hetta sjálvsagt bara er gott.

 

- Sum vanligt, tá slík stór tiltøk eru, vóru nógv full fólk, og enn einaferð vístu samarittarnir sítt stóra virði á tiltakinum, legði vaktleiðarin aftrat í morgun.

 

Ein hending var í Klaksvík í nátt, sum løgreglan fer at hyggja nærri uppá. 

 

- Vit fingu ikki ordiliga greiði á, hvat var hent - um onkur var sligin ella ei, tí onkur av teimum, sum vóru á staðnum, vóru farin til hús.

 

Vaktleiðarin sigur, at hetta er eitt mál, sum tey fara at hyggja nærri eftir.

 

- Vit høvdu eisini eitt mál í Klaksvík seint í gjárkvøldið, har eitt barn undir 15 ár hevði drukkið ov nógv, og tá talan er um barn, skriva vit eina sosialrapport til sosialu myndugleikarnar.

 

Løgreglan sigur, at tað er vanlig mannagongd, tá soleiðis er, at foreldrini fáa boð um hendingina, og síðan verður ein objektiv frágreiðing skrivað.

 

Frágreiðingin fer til barnaverndartænastuna í økinum og SSP, sum er samstarvspartur í slíkum føri.

 

- So kann málið fylgjast upp, um partarnir halda tað vera neyðugt - og við teimum mannagongdum, sum tá eru, visti vaktleiðarin at siga í morgun.