Tveir dystir eru í dag leiktir í niðara endaspælinum í Betrideildini hjá kvinnum.
Undir Mýruhjalla á Skála skoraði Sara Benjaminsen (myndin) ikki færri enn fimm mál, tá hon og liðfelagarnir í Skála ÍF vunnu stórsigur 7-0 á 07 Vestur. Í steðginum vóru skálakvinnur á odda 5-0.
B36 vann á Hoyvíksvøllinum 3-1 á FC Hoyvík. Olivia Kristiansen legði FC Hoyvík á odda í 12. minutti. Leingi sá gott út hjá FC Hoyvík, men seinastu løtuna av dystinum vaknaði B36. Í 87. minutti javnaði Katrina Sjóvará fyri B36. Tveir minuttir seinni skoraði Sigrið Hansdóttir til 2-1 til útiliðið. Og í tíðini dómarin hevði lagt aftrat økti Sigga Næs til 3-1.
B36 er greitt oddalið við 22 stigum. Skála ÍF hevur 10 stig, og 07 Vestur hevur níggju stig. FC Hoyvík er aftast við fýra stigum.
Skála ÍF-07 Vestur 7-0 (5-0)
1-0 Sara Benjaminsen (4.)
2-0 sjálvmál (16.)
3-0 Sara Benjaminsen (25.)
4-0 Sara Benjaminsen (40.)
5-0 Sara Benjaminsen (45.+)
6-0 Andrea Poulsen (78.)
7-0 Sara Benjaminsen (80.)
FC Hoyvík-B36 1-3 (1-0)
1-0 Olivia Kristiansen (12.)
1-1 Katrina Sjóvará (87.)
1-2 Sigrið Hansdóttir (89.)
1-3 Sigga Næs (90.+)
Kelda: dystir.fo