Poul Hansen-samtakið hevur sett tveir nýggjar stjórar

- Bygnaðarbroytingarnar eru framdar fyri at einfalda bygnaðin og fyri at framtíðartryggja fyritøkuna, sigur Poul Hansen-samtakið í tíðindaskrivi í dag

 

- Poul Hansen samtakið hevur framt ymiskar bygnaðarbroytingar og hevur sett tveir nýggjar stjórar, sum skulu reka framtíðarvirksemið hjá samtakinum. Talan er um Báru Hansen og Tony Rasmussen.

 

Tað siga tey í tíðindaskrivi frá Poul Hansen-samtakinum í dag.

 

- Høgni Hansen, sum eigur og hevur stjórnað samtakinum seinastu 35 árini, verður nú arbeiðandi  nevndarformaður, verður lagt aftrat.

 

Poul Hansen-samtakið hevur gjørt av at gera ymiskar bygnaðarbroytingar og hevur stovnað eitt nýtt holdingfelag, Poul Hansen Holding - við verandi partaeigara, sum síðan fer at eiga tvey ymisk partafeløg.

 

- Annað verður P/F Poul Hansen, sum fer at reka Poul Hansen heilsølu, Gastro, Krás og annað handilsvirksemi, meðan hitt verður P/F Bryggjubakki, sum fer at fáast við íløgur, fastognir, dótturfeløg og annað virksemi. 

 

Í tíðindaskrivinum verður sagt, at Høgni Hansen verður arbeiðandi nevndarformaður fyri P/F Poul Hansen og P/F Bryggjubakki. Bjarne P. Bak, Rodmundur Nielsen og Bára Hansen verða nevndarlimir í báðum feløgunum. 

 

- Bára Hansen verður síðan stjóri fyri P/F Bryggjubakki, meðan Tony Rasmussen verður stjóri fyri P/F Poul Hansen.   

 

Poul Hansen stovnaði fyritøkuna í 1927, og hevur fyritøkan sostatt skjótt 100 ára á baki. Fyritøkan hevur øll árini verið ein familjufyritøka, og verður tað nú fjórða ættarliðið, sum tekur við róðri saman við Tony Rasmussen

Bára Hansen og Tony Rasmussen hava bæði starvast i fyritøkuni tey seinastu nógvu árini og hevur Tony síðstu árini verið søluleiðari fyri Gastro.   

 

Virksemið hjá Poul Hansen hevur fevnt breitt í næstan eina øld og virkar fyritøkan enn innanfyri fleiri ymisk vinnuøki og vinnuáhugamál.

 

- Bygnaðarbroytingarnar er tí framdar fyri at einfalda bygnaðin og fyri at framtíðartryggja fyritøkuna, verður sagt í tíðindaskrivi í dag.