U19 HM: Føroyar eru millum 20 tey bestu liðini í heiminum

Rúnar Hammer tryggjaði Føroyum javnleik móti Argentina í allarseinasta sekundinum

Tað var tungt hoyggj hjá føroyska U19-manslandsliðnum móti Argentina í EM-endaspælinum í Egyptalandi.

 

Tá fá sekund vóru eftir av bólkafinaluni í bólki 3 í niðara endaspælinum var Argentina á odda 26-25. Men Rúnar Hammer meddaði bóltin í netið beint áðrenn hallarlúðurin ýldi, og so høvdu Føroyar vunnið bólkin, og skulu nú spæla um endastøðurnar millum nummar 17 og 20.

 

Rúnar Hammer, ið skoraði heili 11 mál var uppiborið valdur at vera dagsins leikari. Jákup Egholm stóð seg eisini væl, og hann skoraði sjey mál. 

 

Talan var um ein dyst, har stríðsviljin mátti finnast fram, og tað bar á mál, akkurát. 

 

Føroyar skoraðu upp á 26 av 38 málroyndum. 

 

Hósdagin klokkan 17.30 er Portugal á skránni. Fríggjadagin verður tað Kroatia ella Tunesia. Vinna okkara á Portugal skulu teir spæla dystin um 17. plássið, ið samstundis er finalan um President´s Cup.

 

Føroyar-Argentina 26-26 (15-14)

 

Málskjúttar: Rúnar Hammer 11, Jákup Egholm 7, Fríði í Innistovu 3, Pauli Rasmussen 2, Magnus Árason 2, Jón Midjord 1.

 

Føroysku málverjarnir bjargaðu 17 prosent av málroyndunum.