Conference League: KÍ fær royndan skotskan dómara í Ungarn

Dómarin til dystin Neman Grodno-KÍ hevur verið altjóða dómari síðani 2017

Í annaðkvøld klokkan 19 skal KÍ royna at vinna seg í Play Off umfarið í Conference League. 

 

Á uttanveltaðum vølli uttan áskoðarar í Szeged í Ungarn spælir KÍ móti belarussiska liðnum, Neman Grodno. KÍ vann fyrra dystin 2-0. Eydnast tað KÍ at vinna ein samantaldan sigur, so bíðar ein sera spennandi uppgáva í Play umfarinum, har Rayo Vallecano úr La Liga verður mótstøðuliðið. 

 

Tað verður ein royndur skotskur dómari, ið skal leiða dystin millum Neman og KÍ í Szeged. 

 

Talan er um 38 ára gamla Donald "Don" Robertsson, ið hevur dømt síðani 2011. Í 2017 gjørdist Don Robertsson altjóða dómara. Sostatt er talan um ein rættiliga royndan dómara. 

 

FK NIOMAN HRODNA (BLR) - KÍ KLAKSVÍK (FRO)

Dómari: Donald Robertson SCO

Hjálpardómari 1: Jonathan Bell SCO

Hjálpardómari 2: Ross Macleod SCO

Fjórði dómari: Duncan Nicolson SCO

VAR dómari: Kevin Clancy SCO

VAR hjálpardómari: Ryan Lee SCO

UEFA dómaraeygleiðari: Draženko Kovačić CRO

UEFA umboð: Alpaslan Kavas TUR