Í samstarvi við amerikansku sendistovuna í Keypmannahavn og amerikanskar myndugleikar fer ein ungur amerikumaður, sum hevur verið í Føroyum í nakrar dagar, við flogfari úr Føroyum í dag.
- Talan er um ein mann, sum eftir øllum at døma ikki hevur tað so gott. Maðurin hevur einki brotsverk gjørt í Føroyum, og okkara uppgáva hevur verið at hjálpa honum heimaftur til USA.
Soleiðis sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í morgun.
Sum skilst, hevur amerikumaðurin havt kort, men á kortinum eru ikki nógvir pengar. Tí kann hann ikki brúka kortið í Føroyum.
- Maðurin hevur havt nakrar túsund krónum í US-dollarum, men teir kann hann ikki veksla í Føroyum,. Tað vilja bankarnir ikki orsakað av reglum um hvítvasking, sigur vaktleiðarin.
Løgreglan hevur tískil í samráð við amerikansku sendistovuna í Keypmannahavn og amerikanska myndugleikar roynt at hjálpt manninum, soleiðis at hann nú sleppur aftur til USA.
- Nú alt er komið upp á pláss við ferðaseðlum og øðrum, fylgja vit honum á flogvøllin í dag, soleiðis at hann sleppur heimaftur. Hetta er meira ein tænasta, sum vit hava gjørt fyri at hjálpa manninum úr støðuni.
Vaktleiðarin leggur aftrat, at maðurin hevur verið illa fyri, og tá hann ikki hevur havt møguleikar at keypa og gjalda, hevur tað sjálvsagt ikki verið lætt hjá honum í Føroyum.