VIDEO: Síggj Geza leggja upp til mál hjá Grimsby

(Video) Her eru hæddarpunktini frá dystinum Grimsby-Shrewsbury 3-1 (1-0)

David Geza Turi spældi allan dystin, legði upp til eitt mál, og var kosin dagsins maður, tá lið hansara, Grimsby týskvøldið vann 3-1 á Shrewsbury í ensku Liga Cup steypakappingini. 

 

Tá eitt korter var farið av dystinum legði Justin Amaluzor Grimsby á odda. Geza legði upp til málið, tá hann legði bóltin hegnisliga til Justin Amaluzor í brotsteiginum hjá Shrewsbury.

 

Í komandi umfarinum kemur Manchester United á vitjan, og so er at vóna, at Geza fær upplivingina aftur at vera við frá dystarbyrjan tá. Hann hevur, ið hvussu er viðmælt seg sjálvan aftaná avrikið ígjár. 

 

HER ber til at síggja málini frá dystinum Grimsby-Shrewsbury 3-1 (1-0):

 

##med2##