Ovara endaspælið: Tað er púra javnt millum NSÍ og KÍ

KÍ vann á Víkingi á heimavølli

Tóra Mohr legði KÍ á odda (Savnsmynd)

Tað er púra javnt millum NSÍ og KÍ í ovara endaspælinum í Betrideildini hjá kvinnum. 

 

Nú sjey dystir eru eftir at leika hava bæði liðini 42 stig, og bæði hava málmunin pluss 84. Tó hevur NSÍ skotið tvey mál fleiri enn KÍ.

 

Í kvøld vann KÍ 2-0 á Víkingi á vøllinum við Djúpumýru í Klaksvík.

 

Tóra Mohr (myndin) legði KÍ á odda átta minuttir undan steðginum. Seinni hálvleikur var bara fýra minuttir gamal, tá Sólja Ernstsdóttir økti til 2-0. Sambært dystir.fo hevði KÍ fimm málroyndir innanfyri málrammurnar, meðan Víkingur onga hevði. 

 

Komandi sunnudag klokkan 15 verður oddauppgerð við Løkin í Runavík. Tá møtast NSÍ og KÍ. Talan er um fyrstu uppgerðina av trimum í ovara endaspælinum. 

 

HB sum hevur 31 stig, og Víkingur sum hevur 28 stig spæla sama dag klokkan 12.30 í Sarpugerði í Norðragøtu. 

 

 

 

 

 

Tóra Mohr legði KÍ á odda (Savnsmynd)