Ljósfest verður í Vági um vikuskiftið.
Tá Ljósfest er,hevur verið vanligt, at ymisk tiltøk av andaligum slag eru í tjaldinum sunnudag.
Soleiðis verður eisini hesdaferð.
M.a. er lýst, at felags sunnudagsskúli verður sunnudagin í tjaldinum miðskeiðis í býnum, og har verður sjálvsagt gjørt eitt sindur meira burturúr, enn vanligt.
Byrjað verður klokkan 13.00.