Í annaðkvøld klokkan 19.45 spælir Víkingur seinna dystin í triðja undanumfarinum í Conference League.
Mótstøðuliðið á Windsor Park leikvøllinum í Belfast verður søguríka liðið, Linfield FC.
Tað eydnaðist Víkingi at vinna 2-1 í fyrra dystinum, ið var leiktur á Tórsvølli.
Sunnudagin vann Linfield á heimavølli 3-0 (0-0) á Dungannon, og fingu teir sostatt eina góða upptakt undan dystinum móti Víkingi.
Kieran Offord skoraði reint hattrick fyri Linfield.
HER ber til at síggja hæddarpunktini frá dystinum Linfield-Dungannon 3-0 (0-0):
##med2##