Amerikanski forsetin, Donald Trump og russiski forsetin, Vladimir Putin, fara at hittast í býnum, Anchorage í Alaska, fríggjadagin.
Tað vita tey í Hvítu Húsunum at siga í kvøld.
Sambært tíðindastovuni, NTB, lýsir amerikanski forsetin fundin við Putin sum "eina lurtiroynd" - ella "en lytteøvelse", sum forsetir tekur til.
Eygleiðarar halda ikki, at henda útsøgn bendir á, at Donald Trump hevur ætlanir um at leggja nakað uppskot um friðarloysn fyri Ukraina á borðið.
Fyrr í dag hava amerikanski uttanríkisráðharrin, Marco Rubio og russiski uttanríkisráðharrin, Sergej Lavrov, tosað saman í telefon.
Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, hevur sambært NTB kallað fundin, sum verður millum forsetarnar báðar fríggjadagin, "ein persónligan sigur" fyri Vladimir Putin.
Men, amerikanski uttanríkisráðharrin vísir aftur hesari útsøgnini hjá ukrainska forsetanum.
- Fólk mugu skilja, at fyri Donald Trump, forseta, er ein fundur ikki ein viðurkenning, sigur Marco Rubio í einari útvarpssamrøðu í dag.