Koyrdi ávirkaður beint í hendurnar á løgregluni

- Tað vísti seg, at persónurin, sum varð meldaður fyri at vera farin drukkin í bilin, kom aftur á somu adressu, haðani hann var farin, sigur løgreglan

Higartil hevur løgreglan ikki havt tað stóra at gera á Summarfestivalinum í Klaksvík.

 

Men, um 04-tíðina í morgun kom ein fráboðan um, at ein persónur, sum hevði drukkið, var farin í bili av einari adressu í Klaksvík.

 

- Vit fóru út at leita, men funnu ikki bilføraran, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í morgun.

 

Tað, sum gjørdist eitt sindur serstakt við hesi hending, var, at løgreglan fann bilføraran kortini - ella, vit kunnu siga, at viðkomandi koyrdi upp í hendurnar á løgregluni. 

 

- Tað vísti seg nevniliga, at persónurin, sum varð meldaður fyri at vera farin drukkin í bilin, kom aftur á somu adressu, haðani hann var farin.

 

Vaktleiðarin sigur, at her varð bilførarin, sum tey høvdu fingið fráboðan um, og sum tey høvdu leitað eftir, tikin.

 

Lagt verður aftrat, at blóðroynd er tikin, og sambært løgregluni verður hetta mál avgreitt, sum onnur mál um rúsdrekkakoyring.

 

Lesið eisini:

 

Vildi heldur varðveita bilettina enn berjast í Klaksvík

 

https://www.in.fo/news-detail/vildu-heldur-vardveita-bilettina-enn-berjast-i-klaksvik