Í dag hevði AB í 18. umfari vitjan av næstbesta liðnum hjá EB/Streymi, sum 12. mai púra óvæntað vann 3-1 á Argjum. Seinnapartin var als eingin ivi. Áðrenn eitt korter var farið, var AB frammanfyri 3-0, og tað endaði við dyggum 5-0 heimasigri.
Nú tveir triðingar av kappingini eru farnir, er AB næstfremst við 44 stigum. Tað eru trý stig fram til Skála, og tað eru átta stig aftur til B71. Í morgin klokkan 16 hittast B71 og Skála á Sandi.
Í fyrsta minutti var tað AB toppskjúttin Dánjal Danielsen, sum skoraði fyri 12. ferð í ár, og so var tað Brian Jakobsen, sum eftir lítlari løtu skoraði tvey mál. Hetta var fyrsta ferðin, at hann var millum teir fyrstu ellivu, síðani hann í summar flutti úr B36 og aftur á Argir, har hann eisini spældi í 2023.
Dygst undan steðginum var Gunnar Reynslág annan dystin á rað málskjútti, og stutt undan leikloki var tað innskifti Luca Chadli, sum staðfesti trivaliga heimasigurin.
Í dag var Rógvi Skála fyri seinasta ferð í hesum umfarinum á AB liðnum. Hann flytur nú til Danmarkar at búgva. Hann hevur verið bæði trúgvur og drúgvur á AB liðnum.
Ein nýggjur maður var á listanum hjá AB í dag. Tað var Obule Sunday Moses, ið hevur bíðað eftir formellu loyvunum, sum nú eru komin upp á pláss. Hann var á vøllinum síðsta hálva tíman. Næsti dystur hjá AB verður annan sunnudag á útivølli ímóti NSÍ.
EB/Streymur er á sjeynda plássi við 19 stigum. Tað eru fimm stig aftur til niðurflytingarplássið. B36 er á níggjunda plássi.
Millum nógvar ungar spælarar á liðnum hjá EB/Streymi í dag var veteranurin Rógvi Egilstoft, sum síðstu tíðina hevur búð uttanlands. Næsti dystur hjá EB/Streymi verður fríggjadagin á útivølli ímóti Skála.