Myndin er tilvildarlig

Ikki sendur av landinum - men ístaðin leyslatin

Tað eydnaðist ikki løgregluni í gjár at fáa ein eysturevropeara, sum hevur framt smærri brotsverk í Føroyum, sendan av landinum. Tað vildi rættarskipanin ikki

Myndin er tilvildarlig

Í gjár visti løgreglan at siga, at tey fóru at royna at fáa rættarskipanina at senda ein útlending av landinum, sum tey høvdu handtikið fyri harðskap og stuldur í Føroyum.

 

Vaktleiðarin ásannaði, at talan ikki hevur verið um skipaðan harðskap, men um okkurt einstakt harðskapsmál, og tjóvarríið hevði heldur ikki havt tað heilt stóra upp á seg.

 

Og tó - soleiðis eigur tú sambært løgregluni ikki at uppføra teg í Føroyum, tá tú sum útlendingur ert her við arbeiðsloyvi. Tá ert tú nevniliga undir størri ábyrgd enn annars.

 

Løgreglan helt, at nú var nóg mikið við hesum manni, og tí fóru tey í rættin við honum í gjár fyri at vita, at rættarskipanin var samd við teimum í, at maðurin skuldi sendast av landinum.

 

Men, tað var rættarskipanini ikki. 

 

Vaktleiðarin visti í morgun at siga, at rætturin vildi ikki senda eysturevropearan av landinum, og tískil er maðurin, sum hevur framt ávísan harðskap og stuldur, nú leyslatin.

 

- Vit eru ikki samd við rættarskipanini um, at maðurin - í staðin fyri at verða sendur av landinum - skuldi leyslatast, men hetta varð so avgerðin í gjár.

 

Vaktleiðarin sigur í morgun, at maðurin hevur framt stuldur einar 6-7 ferðir, og tó at talan ikki hevur verið um tað heilt stóra, so hevur hetta verið afturvendandi.

 

- Tað vanliga er, tá útlendingar verða skuldsettir í Føroyum fyri brotsverk og við kravi um at verða sendir av landinum, at teir fyrst sita dómin av sær her heima.

 

Tá dómurin síðan er sitin, verða teir sendir av landinum, um rættarskipanin annars gevur løgregluni viðhald.

 

- Men, í gjár helt rættarskipanin so ikki, at grundarlag varð fyri at senda mannin av landinum fyri skuldsetingarnar um harðskap og stuldur, sigur løgreglan.

 

Vaktleiðarin veit at siga, at útlendingurin, sum hevur verið í Føroyum í knapt eitt ár, eitt nú hevur stolið til sín sjálvs í ymiskum handlum í Havn.

 

Nú kann løgreglan arbeiða víðari við málinum og skuldseta mannin fyri tað, hann hevur gjørt, men tá tað málið verður klárt, kann eysturevropearin saktans verða farin av landinum.

 

Lesið eisini -

 

Løgreglan: Soleiðis kanst tú ikki uppføra teg í Føroyum

 

https://www.in.fo/news-detail/loegreglan-soleidis-kanst-tu-ikki-uppfoera-teg-i-foeroyum

 

 

 

Myndin er tilvildarlig