Myndin er tikin umborð á bjargingarbátinum, Oscar Tybring, sum hevur luttikið í leitingini eftir, at útróðrarbáturin gekk burtur í Finnmørkini

Útróðrarbátur sakk í Finnmørkini

Ein bjargingartyrla fann bjargingarbát við tveimum monnunum, men hin triði maðurin, sum eisini var við útróðrarbátinum, er helst sjólátin

 

 

Myndin er tikin umborð á bjargingarbátinum, Oscar Tybring, sum hevur luttikið í leitingini eftir, at útróðrarbáturin gekk burtur í Finnmørkini

Roknað verður við, at ein tilkomin maður er sjólátin í Varangerfjørðinum í Finnmørkini í gjárkvøldið.

 

Hetta hendi, eftir at ein útróðrarbátur við trimum monnum umborð gekk burtur.

 

Átaksleiðarin hjá løgregluni í Finnmørkini, Gunnar Øvergaard, sigur, at stórt bjargingarátak hevur verið í gpngd í samband við hendingina.

 

Eftir at tveir av monnunum eru bjargaðir, hevur verið leitað til havs og fram við landi eftir tí triðja manninum, sum var við útróðrarbátinum.

 

Tey avvarðandi eftir saknaða mannin hava fingið boðini, og nú verður kannað eftir, hvør orsøkin var til, at útróðrarbáturin sakk.

 

Sjóbjagingarstøðin í Noregi fekk boðini um vanlukkuna um ein neyðsendara klokkan 20.10 í gjárkvøldið, og stór leiting varð sett í verk.

 

Ein bjargingartyrla fann ein bjargingarbát, og í bátinum vóru tveir av monnunum. Teir vórðu báðir fluttir á sjúkrahús í Kirkenes.

 

Hin triði maðurin var ikki í bjargingarbátinum og er framvegis saknaður, og nú verður ikki roknað við, at hann er á lívi.

 

Fleiri norskir miðlar skriva um hendingina, eitt nú norska kringvarpið, NRK.

 

 

 

 

 

 

 

Myndin er tikin umborð á bjargingarbátinum, Oscar Tybring, sum hevur luttikið í leitingini eftir, at útróðrarbáturin gekk burtur í Finnmørkini