Løgreglan: Soleiðis kanst tú ikki uppføra teg í Føroyum

Í gjár handtók løgreglan ein eysturevropeara, sum hevur framt harðskap og stuldur yvir eina tíð í Føroyum

 

Einaferð í dag fer løgreglan í rættin við einum manni, sum tey handtóku í gjár. Talan er um ein útlending, sum tey ætla at fáa útvístan úr Føroyum - í hvussu er fyri eina tíð.

 

Vaktleiðarin visti í morgun at siga, at hetta er ein eysturevropeari, sum hevur havt arbeiðsloyvi í Føroyum, og hesi viðurskifti hava sambært løgregluni verið í lagi.

 

Men tað, sum ikki hevur verið í lagi, er, at maðurin yvir eina tíð ikki hevur uppført seg soleiðis, sum man væntar, at fólk, sum koma til Føroya at arbeiða, eiga at gera.

 

- Útlendingurin hevur verið partur av onkrum harðskapsmálum, tó at talan ikki hevur verið um kvalifiseraðan harðskap, og hann hevur eisini í fleiri umførum framt stuldur.

 

Løgreglan sigur, at talan er ikki um tað heilt nógva, sum viðkomandi hevur stolið. Hann hevur stolið til sín sjálvs, og hetta er bara ikki í lagi - og slett ikki, tá hetta heldur fram.

 

- Eg veit ikki heilt, hvat ákæruvaldið leggur upp til, men ætlanin við framsetingini í dag er at fáa útlendingin útvístan úr Føroyum, tí soleiðis kanst tú ikki bera teg at í Føroyum.

 

Vaktleiðarin visti í morgun at siga, at talan er um ein mann í 30-árunum, sum hevur verið í Føroyum í eitt knapt ár.

 

- Vit ætla, at maðurin, sum varð handtikin í gjár, verður fongslaður og síðan útvístur. Sleppa vit honum leysum aftur, er ikki vist, at vit fáa fatur í honum aftur, leggur løgreglan aftrat.