Kanska hittast hesir tríggir í næstu viku

The New York Times væntar, at Donald Trump fyrst fer at hitta russiska forsetan - og síðan ukrainska forsetan beint eftir

Reuters veit í kvøld frá Hvítu Húsunum at siga, at Russland sigur seg vera til reiðar at hitta amerikanska forsetan, Donald Trump. 

 

Í Hvítu Húsunum siga tey, at amerikanski forsetin er opin fyri at hitta bæði Vladimir Putin og ukrainska forsetan, Volodymyr Zelenskyj.

 

Einki verður sagt um, hvar ein slíkur - ella slíkir - fundir kundu verið hildnir, men sagt verður, at hetta kann henda so skjótt sum í næstu viku.

 

Amerikanska stórávísin, The New York Times, ber eisini hesi tíðindi í kvøld, men hvørki Russland ella Ukraina hava gjørt viðmerkingar til tíðindini.

 

The New York Times væntar, at Donald Trump fyrst fer at hitta russiska forsetan - og síðan ukrainska forsetan beint eftir.

 

Útlendskir miðlar vita eisini at siga, at bæði Nato-leiðarin, Mark Rutte og leiðararnir í Stórabretlandi, Týsklandi og Finnlandi í dag hava skift orð við Donald Trump og  Volodymyr Zelenskyj.