Eitt av best umtóktu vatnlondum í Stórabretlandi - Waterworld - hevur verið stongt í ein dag eftir eina syrgiliga vanlukku, har ein fýra ára gomul smágenta læt lív.
Eftir eina vanlukku í vatnlandinum seinnapartin mánadagin, varð gentan í skundi flutt á sjúkrahús, men tað eydnaðist tíverri ikki at bjarga lívi hennara.
Fleiri bretskir miðlar umrøða hendingina, eitt nú The Guardian og BBC.
Á sínum Facebook-vanga skrivar Waterworld, at hendingin, sum kostaði fýra ára gomlu gentuni lívið, fór fram í lagunu-økinum í vatnlandinum.
- Gentan varð funnin lívleys. Lívbjargarar og starvsfólk við hylin tóku hond um hana, og smágentan fekk lívbjargandi fyrstuhjálp á staðnum, áðrenn sjúkrabilurin kom.
The Guardian veit at siga, at lokalir myndugleikar tóku sær av teimum avvarðandi.
- Vit hugsa um familjuna eftir hesa ræðuligu hending, sigur kanningarleiðarin hjá løgregluni, Lucy Maskew.
Waterworld segði seg beinanvegin samstarva við løgregluna í kanningararbeiðnum, sum skal staðfesta, hvat tað var, sum hendi í vatnlandinum seinnapartin mánadagin.
Eftir hendingina í Waterworld boðaði leiðslan frá, at tey høvdu gjørt av at steingja vatnlandið dagin eftir - við virðing fyri familjuni hjá tí fýra ára gomlu smágentuni.