Føroyingauppgerð var í næstbestu donsku fótbóltsdeildini í dag.
Á Riisskoven leikvøllinum í Aarhus vunnu Martin Agnarsson og liðfelagarnir í Aarhus Fremad 3-1 á Adrian R. Justinussen og hansara liðfeløgum í Hillerød. Í steðginum var heimaliðið á odda 2-0.
Kasper Andersen hjá Aarhus Fremad var dagsins maður. Hann skoraði reint hattrick. Martin legði hegnisliga upp til fyrsta málið hjá Kasper Andersen, ið var skotið longu í áttanda minutti.
Adrian minkaði um munin til 2-1 við einum góðum stútara, ið hann setti í netið í 52. minutti.
Martin og Adrian spældu allan dystin.
Talan er um fyrsta sigurin hjá Aarhus Fremad hetta kappingarárið, og fyrsta tapið hjá Hillerød hetta kappingarárið.
Hillerød er fjórðfremst í deildini við sjey stigum. Aarhus Fremad er nummar átta við fýra stigum.
Í Esbjerg vunnu Meinhard E. Olsen og liðfelagarnir í Kolding ein 2-0 sigur á heimaliðnum. Villads Westh og Nemanja Nedic skutu málini fyrstu 15 minuttirnar av dystinum.
Kolding er fremst í deildini við níggju stigum.
Komandi leygardag klokkan 12 hevur Kolding heimadyst móti Lyngby.
HER ber til at síggja hæddarpunktini frá dystinum Aarhus Fremad-Hillerød 3-1 (2-0):
##med2##
Komandi fríggjakvøld spælir Aarhus Fremad dyst á útivølli móti Hvidovre. Komandi leygardag klokkan 13 hevur Hillerød heimadyst móti Hobro.