Árni var bestur í juni og juli

Tað hevur ligið væl fyri hjá Árna Frederiksberg

Mynd: Hans Erik Danielsen, FSF

FSF skrivar:

 

 - Føroyska summarið hevur verið gott – bæði við góðveðri og nógvum góðum fótbólti. Og mitt í hesum sólskinsdøgum hevur Árni Frederiksberg úr KÍ veruliga skinið.

 

Við sínum eyðkenda spælistíli og máltevi, og einum vandamiklum vinstra fóti, ið eisini hevur gjørt um seg í evropeisku dystunum hjá klaksvíkingum, hevur Árni Frederiksberg aftur í ár verið ein av berandi kreftunum á krútsterka KÍ-liðnum.

 

Fríggjakvøldið, tá besti spælari í Betrideildini hjá monnum í juni og juli mánað skuldi kunngerast, vóru aftur boð eftir Árna. Tað eru landsliðsvenjarar, miðlafólk og viðmerkjarar, ið velja, og tá talt var saman, hevði Árni Frederiksberg fingið flestar atkvøður.

 

– Vit eru ein góð eind, og tá spælið koyrir væl, so er heilt sikkurt torført at spæla ímóti okkum. Men einki er liðugt, fyrr enn alt er liðugt, og tað er framvegis langur vegur á mál, sigur Árni Frederiksberg við heimasíðuna hjá FSF, og leggur afturat, at hesin heiður heilt avgjørt eisini fer til liðfelagarnar og venjaratoymið.

 

Tað var sonur Árna, fimm ára gamli Regin Frederiksberg, ið vegna Fótbóltssamband Føroya handaði pápanum eitt gávubræv upp á 1.000 krónur frá Hotel Brandan, og eina glasstandmynd, ið er latin av FSF.

 

Mynd: Hans Erik Danielsen, FSF