Hanus var við frá dystarbyrjan

Hanus Sørensen og liðfelagarnir í Triglav vunnu á útivølli í fyrsta dystinum hetta kappingarárið

Hanus Sørensen er leigaður út til Triglav, ið spælir í næstbestu slovensku fótbóltsdeildini. 

 

Hanus var við frá dystarbyrjan, tá Triglav í fyrsta dystinum í hesum kappingarárinum vann 1-0 á Bilje á útivølli. Hanus var skiftur út í 71. minutti.

 

Kroatiski verjuleikarin, Marin Magdic skoraði sigursmálið hjá Triglav í 78. minutti.

 

Komandi fríggjadag verður fyrsti heimadysturin á skránni hjá Triglav hetta kappingarárið. Tá kemur Beltinci á vitjan.