Mótmælisgonga í Tel Aviv eftir nýggja Gaza-ætlan

Túsundtals mótmælisfólk fóru leygarkvøldið út á gøturnar í ísraelska býnum Tel Aviv og kravdu, at kríggið í Gaza skuldi enda.

Mynd: Xinhua/Abaca/Ritzau Scanpix

Hetta hendi, eftir at trygdarráðið í Ísrael tíðliga fríggjamorgunin samtykti eina ætlan um, at herurin í landinum skuldi taka ræðið á Gazabýnum.

Endamálið við ætlanini, sum hevur fingið altjóða atfinningar, er sambært ísraelska forsætisráðharranum, Benjamin Netanyahu, at berjast ímóti hernaðarligu Hamas-rørsluni í Gaza.

Sambært AFP høvdu mótmælisfólk leygardagin borið myndir av gíslum, sum Hamas framvegis heldur fangi. Tey halda, at stjórnin skal tryggja, at gíslarnir sleppa leysir.

 

/Ritzau/

 

 

Mynd: Xinhua/Abaca/Ritzau Scanpix