Russar hava aftur dripið fleiri fólk í Ukraina

Næsta fríggjadag er ætlanin, at Donald Trump og Vladimir Putin skulu hittast, men tað er lítið, sum bendir á, at russiski forsetin ætlar gevast við sínum álopum á grannalandið

Næsta fríggjadag er ætlanin, at hesir báðir skulu hittast at tosa um, hvussu friður kann fáast í Ukraina

Tíðindastovan NTB visti tíðliga í kvøld at siga, at trý sivilfólk eru dripin og 12 eru løstað í ukrainsku, Zaporizjzja-regiónini.

 

Ukrainska løgreglan sigur, at fólkini lótu lív av russiskari bumbing, og lagt verður aftrat, at tvey sivilfólk eisini eru dripin í Donetsk-regiónini har eysturi í landinum.

 

Russiska kríggið í Ukraina hevur eisini kostað trimum øðrum fólkum lívi í ukrainska svartahavsbýnum, Odessa.

 

Minur eru lagdar út í havøkinum kring býin til verju fyri russiskum álopum, og fólkini, sum lótu lív, baðaðu í øki, har baðing ikki er loyvd.

 

Ukrainski herurin veit eisini at siga, at ukrainskar dronur havt rakt eitt stórt russiskt oljureinsarí í russisku Saratov-regiónini.

 

Guvernørurin í russisku regiónini sigur sambært tíðindastovuni NTB, at eitt fólk læt lív í ukrainska álopinum.

 

Næsta fríggjadag er ætlanin, at forsetarnir, Donald Trump og Vladimir Putin, skulu hittast, at viðgera, hvussu friður kann fáast í Ukraina.

 

Hvørji útlitini eru, veit eingin, men tað er lítið, sum bendir á, at russiski forsetin ætlar sær at gevast við sínum álopum á grannalandið.

 

 

 

 

 

 

 

Næsta fríggjadag er ætlanin, at hesir báðir skulu hittast at tosa um, hvussu friður kann fáast í Ukraina