Sunnudagin megnaðu landsliðsmálverjin, Mattias H. Lamhauge og liðfelagarnir í FC Fredericia ein flottan 3-3 javnleik á útivølli á MCH Arena í Herning.
Heimalíðið, FC Midtjylland var á odda 3-1, men undirtippaði liðið úr Fredericia megnaði at svara aftur.
HER ber til frá Viasat at síggja ein samandrátt frá dystinum.
Fredericia hevur fýra stig fyri fýra dystir, og teir eru nummar níggju av 12 liðum í deildini.
Komandi leygarkvøld hevur Fredericia heimadyst móti Sønderjyske.
FC Midtjylland – FC Fredericia 3-3 (2-1)
1-0: Aral Simsir (5.)
1-1: Felix Winther (19.)
2-1: Djú Franculino (42.)
3-1: Denil Castillo (64.)
3-2: Oscar Buch (72.)
3-3: Anders Dahl (85.)