Tríggir djúpvatnstrolarar á Íslandsrygginum

Seinastu tíðina hava nakrir trolbátar verið til fiskiskap, men um vikuskiftið var bara ein trolbátur úti. Tann eini trolbáturin hevur ongar fiskidagar eftir

Tríggir djúpvatnstrolarar eru á Íslandsrygginum.

 

- Tveir av teimum koma inn at landa hesa vikuna, og hin triði landar í næstu viku.

 

Á Fiskamarknaði Føroya siga tey, at djúpvatnstrolararnir fáa mest av toski, umframt nakað av svartkalva og blálongu.

 

Um partrolararnar verður sagt, at onkur skip eru á upsaveiði, og tvey pør fiska gulllaks.

 

Seinastu tíðina hava nakrir trolbátar verið til fiskiskap, men um vikuskiftið var bara ein trolbátur úti.

 

- Teir eru norðanfyri og fáa mest av toski, hýsu og nakað av flatfiski.

 

Sambært Fiskamarknaði Føroya liggur ein trolbátur, tí teir hava ongar fiskidagar eftir.

 

Um garnaskipini verður sagt, at tvey fiska svartkalva og hava brúkiligan fiskiskap.

 

- Væntandi koma bæði garnaskipini inn at landa í vikuni, verður lagt aftrat.