Norsk skip hava fiskað nógv minni av makreli

- Orsøkin til minkandi útflutningstølini í juli er slakari makrelveiða í norðurøkjunum, skrivar Kystmagasinet

Noreg útflutti 5.956 tons av makreli í juli í ár.

 

- Útflutningsvirðið av hesum var 185 norskar milliónir, sum svarar til 115,4 milliónir í okkara peningi.

 

Kystmagasinet.no veit at siga, at hetta er ein munandi minking í mun til somu tíð í fjør, har virðið í juli í ár minkaði við 15 prosentum og nøgdin við 34 prosentum.

 

- Orsøkin til minkandi útflutningstølini stendst av slakari makrelveiði í norðurøkjunum, skrivar heimasíðan.

 

Sagt verður, at meðan høvuðsvertíðin fyri makrelveiði vanliga byrjar í august, hevur tað seinastu fýra árini eisini verið støðugur fiskiskapur í juni og juli, serliga kring Lofoten.

 

- Hesa tíðina hava vanliga verið landað millum 12.000 og 14.000 tons av makreli.

 

Kystmagasinet.no veit at siga, at í ár hevur hesin fiskiskapur verið munandi lakari enn undanfarin ár.

 

- Samlaðu makrellandingarnar í juni og juli komu bert upp á 8000 tons sum er stór minking.

 

Norska heimasíðan skrivar, at vøkstur hinvegin hevur verið í hjáveiðini av makreli í fiskiskapi eftir norðsjóvarsild.

 

- Hesin makrelur skilir seg frá heystmakrelinum, tí makrelurin, sum er uppi í hjáveiðini av norðsjóvarsild, er smærri, og fitiinnihaldið er minni.

 

Sambært Kystmagasinet.no er hjáveiðimakrelurin uppi í fiskiskapinum eftir norðsjóvarsild serliga væl umtóktur á afrikanska marknaðinum.

 

##med2##

 

- Hesin makrelurin verður í høvuðsheitum royktur, sigur Jan Eirik Johnsen, sum starvast við uppsjóvarfiski í Norges Sjømatråd.

 

Við sildini var gongdin í Noregi í juli meira positiv enn gongdin við makrelinum.

 

- Í juli útflutti Noreg tilsamans 9.521 tons av sild fyri 184 norskar milliónir, sum svarar til 114,9 milliónir krónur í okkara peningi, veit Kystmagasinet.no at siga.

 

Meira um hetta kann lesast á - https://www.kystmagasinet.no/eksport/fisket-mye-mindre-markell/1976394

 

 

 


 

 

Jan Eirik Johnsen, Norges Sjømatråd