500 skótar úr 16 londum á legu í Leirvík

– Leirvíkingar hava verið fantastiskir at hjálpa upp á allar mátar, og vit eru sera takksom. Hevði tað ikki verið fyri Eysturkommunu, so hevði søgan verið ein heilt onnur, enn hon var

Í døgunum, 31. juli til 5. august, hevur Leirvík verið vertur fyri altjóða skótaleguni, Brekkulegan.

 

- Umleið 500 skótar úr 16 londum luttóku, og tað eru 42 ár síðan, at legan varð hildin fyri fyrstu ferð.

 

Halbjørg Mørch Christiansen, sum er ein av samskiparunum, sigur við heimasíðuna hjá Eysturkommunu, at legan sum heild gekk sera væl, hóast eitt kvøld við nógvum regni gav óvæntaðar avbjóðingar:

 

– Tað gekk sera væl. Vit kunnu sjálvandi ikki garantera veðrið í Føroyum. Eitt kvøld regnaði illa og tí, at vit ikki høvdu fingið røttu tjøldini úr Danmark til tíðina, máttu eini 80–100 fólk flyta í ítróttarhøllina á Kambsdali til næsta morgun, sigur hon.

 

Hon leggur aftrat, at stuðulin úr bæði Eysturkommunu og frá lokalum borgarum hevur verið sera góður:

 

– Leirvíkingar hava verið fantastiskir at hjálpa upp á allar mátar, og vit eru sera takksom. Hevði tað ikki verið fyri Eysturkommunu, so hevði søgan verið ein heilt onnur!

 

Halbjørg Mørch Christiansen sigur, at kommunan hevur veitt hjálp við øllum - frá vatni og el til WC-vognar og bygningar.

 

- Hetta eru vit sera takksom fyri, leggur hon aftrat.

 

Brekkulegan gav Leirvík lív og rørslu í summar, og samstarvið millum skótar og lokalsamfelag vísti, hvussu stórt virði felagsskapur og hjálpsemi hava.

 

##med2##

 

##med3##

 

 

 

Halbjørg Mørch Christiansen eigur myndirnar