Myndir: Framúr løta við Kulum Rótum

Nógv fólk var til nostalgiska og kvekjandi konsert við Kulum Rótum

Fyri góðum 25 árum síðani komu fyrstu sangirnir hjá Kulum Rótum út, og hóast bólkurin ikki hevur framført í nógv ár, var sjón fyri søgn, at sangirnir og bólkurin ikki eru gloymd.

 

Kular Røtur spældu 25 ára jubileumskonsert á Vágsbø á Summar Festivalinum leygarkvøldið, og tað riggaði serstakliga væl.

 

Stór fjøld av fólki – børn, ung og vaksin – vóru til konsertina, og tað sást og hoyrdist, hvussu væl fólk kenna og minnast sangirnar. Tað var lurtað og sungið við, og løtan kendist bæði nostalgisk, savnandi og kveikjandi. Konsertin vísti, hvussu sterkt tilfar vit hava til føroysk børn á føroyskum máli, og hvussu nógv Kular Røtur hava havt at siga fyri nógv fólk, sum nú eru blivin vaksin. Eisini tey yngru kenna gomlu sangirnir.

 

Steintór Rasmussen var oddamaður í Kulum Rótum, og hann skrivaði nógv av tónleikinum saman við framleiðaranum Inga Isaksen. Teir vóru báðir á pallinum leygarkvøldið, og tað vóru sangarar sum Arnfríð Lützen, Jógvan Hansen, Rannvá Lützen, Rakul Ró Steintórsdóttir og onnur eisini.

 

Og so rungaðu allir teir kendu sangirnir – "Hon er omma mín", "Bilurin hjá okkum", "Grønir menn frá Pluto", "Flippan" og allir hinir.

 

Her kunnu tit síggja myndir, sum Jens Kristian Vang tók á konsertini.

 

##med2##

 

##med3##

 

##med4##

 

##med5##

 

##med6##

 

##med7##

 

##med8##

 

##med9##

 

##med10##

 

##med11##

 

##med12##

 

##med13##

 

##med14##

 

##med15##

 

##med16##