Tað endaði við 1-0 heimasigri, tá ið NSÍ í kvøld hevði vitjan av 07 Vestur. Einasta málið varð skorað í 4. minutti. Málskjútti var vongverjin í vinstru Fabian Ness. Miðverjarnir hjá NSÍ luttaka í uppspælinum. Í hesum føri var tað Daniel Obbekjær, sum áður hevur spælt við 07 Vestur, sum spældi fram á Klæmint A. Olsen, ið legði av til Fabian Ness, sum dró í brotsteigin, áðrenn hann smekkaði bóltin í handara síðunet aftanfyri Ara í Haraldstovu Petersen. Hann var annars eyðsýndur í 07 Vestur málinum.
Hetta var aðru ferð í ár, at Fabian Ness var málskjútti í landskappingini.
Báðir partar høvdu tíðliga í fyrra hálvleiki bóltin í málinum, men tað varð kolldømt fyri rangstøðu, og Michal Przybylski var leysur fyri málinum, men hann sendi bóltin í samankomingina aftanfyri 07 Vestur málverjan.
Í seinna hálvleiki var Jaspar Van Der Heyden púra leysur, tá ið rangstøðufellan kiksaði, men 07 Vestur vann tvídystin teirra millum.
NSÍ hevur mangan fyrr í ár verið í meiri sannførandi útgávu enn í kvøld. 07 Vestur royndi at vísa góðan hugburð, men stigatalvan sigur, hvussu støðan er í Vágum. Tað vóru bara fýra spælarar á beinkinum hjá 07 Vestur, og millum teir, sum ikki vóru við í kvøld, vóru verjuspælararnir Sonni Ragnar Nattestad, Brage Kvithyld og Nicloai Dohn.
Um eina viku fer 07 Vestur aftur at spæla á útivølli. Tá verður mótstøðuliðið HB, áðrenn TB verður gestur á Dungasandi. Um 07 Vestur ikki fer at vinna fulla úrtøku ímóti TB, so verður møguleikin fyri at varðveita plássið i bestu deildini evarska lítil.
Annað mánakvøld fer NSÍ í Sarpugerði at spæla grannauppgerð ímóti væl uppløgdu víkingunum, sum hóskvøldið fara at spæla í Norðurírlandi.
NSÍ – 07 Vestur 1-0 (1-0)
1-0: Fabian Ness
Dómari: Leivur Zachariassen
NSÍ: Kristian Joensen – Jann J. Benjaminsen, Hassou Diaby Ndiaye, Daniel Obbekjær, Fabian Ness – Emil Weihe Joensen, Brandur Hendriksson Olsen, Michal Przybylski – Jasper Van Der Heyden, Klæmint A. Olsen, Aron Knudsen
07 Vestur: Ari í Haraldstovu Petersen – Jón í Horni Nielsen, Dann Fróðason, Filip Drinic, Jóannis á Steig – Casper G. Hansen, Magnus Holm Jacobsen, Rasmus Helgason, Lukas G. Giessing, Silas Gaard – Mikkel Hyllegaard