Støre og Zelenskyj hava tosað saman

- Ein endi á krígnum í Ukraina skal verða rættvísur, og hann skal tryggja ukrainskt frælsi og sjálvræði, sigur norski forsætisráðharrin

Norski forsætisráðharrin, Jonas Gahr Støre, skrivar á X, fyrrverandi Twittter, at hann hevur tosað við ukrainska forsetan í telefon í dag.

 

Forsætisráðharrin sigur, at hetta var ein góð samrøða, og hann endurtekur boðskapin um, at Ukraina skal verða ein partur av friðarsamráðingunum.

 

- Ein endi á krígnum skal verða rættvísur, og hann skal tryggja ukrainskt frælsi og sjálvræði, sigur norski forsætisráðharrin. 

 

Ukrainski forsetin, Vlodomyr Zelenskyj, hevur í dag tosað við fleiri ríkis-og stjórnarleiðarar.

 

Í gjár váttaðu amerikanski forsetin, Donald Trump og russiski forsetin, Vladimir Putin, at teir fara at hittast næsta fríggjadag.

 

Forsetarnir báðir fara at umrøða kríggið í Ukraina, og hvussu ein endi kann fáast á krígnum, veit norska kringvarpið - NRK - at siga í kvøld.

 

Flestu munnu væl halda, at ein endi á krígnum í fyrsta lagi snýr seg um, at russar taka sítt herfólk aftur úr Ukraina, har russar einki hava at gera.

 

Tað var longu í 2014, at Russland Krim-hálvoynna frá Ukraina, og í dag situr russiski herurin á umleið 20 prosentum av ukrainskum landaøki.