HSF skrivar:
- U19-menn: Greiddu skylduna
Føroysku U19-mennirnir greiddu sína skyldu og vunnu greitt, 33-17, móti Uruguay, eftir 13-7 til Føroyar í hálvleikinum. Føroyar kundu komi víðari til meginumfarið, um Føroyar vunnu stórt og Týskland taptu mótu Slovenia, men hetta gjørdist ikki, tá Týskland vann á Slovenia.
Tað var eyðsýnt frá byrjan, at Føroyar vóru eitt betri lið enn Uruguay. Okkara settu seg á dystin frá byrjan og ráddi hjá leikarunum um at verða hugsavnaðir. Hetta gekk væl í verjuni saman við einum vælleikandi Inga Johannesen í føroyska málinum. Ingi tók meira enn helvtina av øllum skotunum, tíðina hann var á vøllinum. Álopið koyrdi eisini fyri so vítt væl, men vóru løtur har neyvleikin vantaði, nakrar tekniskar villur og brend skot. Føroyar øktu tó so líðandi og fóru til hálvleiks frammanfyri 13-7.
Føroyar øktu um leiðsluna í seinna hálvleiki, men tað var greitt at málmunurin fór ikki at røkka til at koma fram um Týskland. Venjararnir fingu allar leikararnir í spæl og tóku menn leikliga av. Filip Haldansen spældi ein góðan dyst á høgra bakki og gjørdist eisini føroyskur toppskjútt við 8 málum. Eisini kom Jógvan Andreas Lamhauge inn og stjórnaði føroyska álopinum væl. Føroyar vunnu stórsigur og endaliga úrslitið gjørdist 33-17 til Føroyar. Eftir dystin var føroyski málverjin, Ingi Johannesen, kosin besti leikari í dystinum. Ingi spældi góðar 40 minuttir av dystinum og tók heili 52% av skotunum.
Tá Týskland vann dystin móti Slovenia í dag er greitt, at Føroyar gerðast nr. 3 í bólkinum og skulu harvið spæla President´s Cup, sum er um 17. – 32 pláss í HM-endaspælinum. Fyrsti dystur í President´s Cup verður mánadagin. Allir dystir kunnu stroymast á youtubekanalini “IHF competitions”.
Dystargongdin Uruguay – Føroyar:
5 min. 1-3
10 min. 1-4
15 min. 4-6
20 min. 5-8
25 min. 7-10
30 min. 7-13
35 min. 9-16
40 min. 9-20
45 min. 11-21
50 min. 12-25
55 min. 15-29
60 min. 17-33
Málskjúttar hjá Føroyum:
Filip Haldansen 8
Rúnar Hammer 6
Jákup Egholm 5 (3)
Magnus Árason 3
Jógvan Andreas Lamhauge 3
William Napoleon Djurhuus 2
Helgi Jakob Halldórsson 2
Torkil Debes Dahl 2
Pauli Rasmussen 1
Erlingur Erlendsson 1
Málverjar:
Ingi Johannesen 11 bjargingar, 52%
Bjarni Gunnarsson Jakobsen, 2 bjargingar, 22%