07 Vestur er niðast í næstbestu deildini. Undan dagsins dysti á Dungasandi ímóti ÍF hevði 07 Vestur vunnið tveir dystir – á heimavølli ímóti næstbestu liðunum hjá KÍ og EB/Streymi – og tríggjar ferðir er tað endað javnt.
Hóast kappingarárið ikki hevur verið nakað at reypa av hjá fuglfirðingum, so var ÍF undan ferðini vestur í Vágar á fjórða plássi við 24 stigum. Tað er so stór fjarstøða fram til tey, sum kappast um uppflyting, at møguleikin at flyta upp langt síðani er avskrivaður í Fuglafirði.
Nú er ÍF á veg úr Sørvági við trimum stigum. ÍF vann 4-3, men tað stóð heilt nógv á, áðrenn sigurin varð veruleiki. Rúni C. Johnsson skoraði tvey mál fyri ÍF, og Karl Løkin skoraði tvey mál fyri ÍF. Rúnar er toppskjútti hjá ÍF við 11 málum, og Karl hevur skorað 10 mál.
ÍF javnaði til 3-3, tá ið eitt korter var eftir, og sigursmálið skoraði Karl Løkin, tá ið klokkan var farin fýra minuttir út um vanligu leiktíðina.
07 Vestur kom á odda, tá ið ÍF eftir eitt korter gjørdi sjálvmál, og fýra minuttir seinni økti Ári Egilsson um heimaleiðsluna, so hon var 2-0. Uppleggið átti Jónas Nordendal. Hetta er fyrstu ferð, at 17 ára gamli Ári Egilsson er málskjútti í næstbestu deildini.
Ein hálvur tími var farin, tá ið Karl Løkin minkaði um munin til 2-1, og fýra minuttir eftir steðgin javnaði Rúnar C. Johnsson til 2-2. Í 68. minutti legði John F. Poulsen, sum akkurát var komin á vøllin, 07 Vestur aftur á sigurskós, men so var tað, at ÍF síðstu løtuna koppaði øllum á høvdið. Hetta var fyrsta málið hjá 17 ára gamla John F. Poulsen í næstbestu deidini.
Longu um eina viku hittast ÍF og 07 Vestur aftur. Tá verður tað í Fløtugerði í Fuglafirði.