Sólvit Nolsø gevst í politikki

– Nú er mín politiska yrkisleið komin til endastøðina. Tað bleiv ein stutt og eitt sindur bronglut yrkisleið í landspolitikki, men soleiðis lagaðu viðurskiftini seg nú einaferð

Soleiðis skrivar Sólvit Nolsø á Facebook, samstundis sum hann boðar frá, at hann hevur tikið við starvi sum kommunuskrivari í Vestmanna kommunu. 

Vestmanna kommuna skrivar, at bygdarráð hevur valt at seta Sólvit E. Nolsø í starv sum kommunustjóri í Vestmanna kommunu.

Starvið sum kommunustjóri varð lýst leyst fyrst í juli, og tá ið umsóknarfreistin var farin 31. juli, vóru seks umsøkjarar til starvið.

Sólvit E. Nolsø er 39 ára gamal, er úr Dali, men býr í Havn saman við konu og børnum. Hann er útbúgvin MA í politikki og MA í evropeiskum viðurskiftum og hevur júst lokið diplomútbúgving í leiðslu. Sólvit E. Nolsø hevur royndir sum tíðindafólk, hevur verið landsstýrismaður í almannamálum og er í løtuni løgtingslimur. Tá ið hann byrjar í nýggja starvinum, gevst hann í Løgtinginum.

Uppgávan sum kommunustjóri í Vestmanna kommunu er avbjóðandi og spennandi. Kommunustjórin hevur ein tvíbýttan leiklut sum fremsti ráðgevi hjá borgarstjóranum og bygdarráðnum, og er eisini umsitingar- og starvsfólkaleiðari. Í Vestmanna kommunu starvast umleið 100 fólk.

Sólvit E. Nolsø byrjar í starvinum mánadagin 25. august.

– Nú er mín politiska yrkisleið komin til endastøðina. Tað bleiv ein stutt og eitt sindur bronglut yrkisleið í landspolitikki, men soleiðis lagaðu viðurskiftini seg nú einaferð.

Nú gleði eg meg at fara undir eina nýggja og spennandi uppgávu sum kommunustjóri í Vestmanna, skrivar Sólvit Nolsø.