Vágamenn vunnu stórt ímóti 07 Vestur

1. DEILD: B36 var í stinnari útgávu, tá ið árstalsfelagið vann stórsigur á Dungasandi

Tað eru tveir, sum eiga nógvar heimadystir á Dungasandi, sum nú hava ábyrgdina av næstbesta liðnum hjá B36. Tór-Ingar Akselsen er venjari, og Dánial Pauli Lervig er hjálparvenjari. Inntil undan hesum kappingarárinum hoyrdu teir heima á Dungasandi í Sørvági.

 

Í kvøld vóru teir báðir og B36 í Sørvági, har B36 í uppgerð millum tvey tey niðastu á støðutavluni vann 7-0 eftir 3-0 í fyrra hálvleiki.

 

Úrslitið ber við sær, at 07 Vestur er aftast við 7 stigum, og at B36 er næstaftast við 13 stigum. Tað eru trý stig frá B36 og fram til EB/Streym og KÍ.

 

Tobias Hansen var trífaldur málskjútti. Hinir málskjúttarnir vóru í fyrra hálvleiki Markus Hellisdal og Filip Djordjevic, sum báðir hava verið nógv á besta liðnum. Teir skoraðu báðir við brotssparki. Í tíðini, sum dómarin legði aftrat fyrra hálvleiki átti Filip Djordjevic uppleggið, tá ið Emil Hansen økti um leiðsluna til 3-0.

 

Eftir steðgin skoraði Tobias Hansen hattrikk, og Dávid Høgnason Viderø økti um munin til 6-0.

 

Børge Petersen og Djóni Sivertsen vóru á B36 liðnum í kvøld. Teir eru fastir menn á listanum, tá ið besta liðið spælir.

 

Á listanum hjá 07 Vestur vóru bara lokalir spælarar. Eitt korter undan leikloki varð 07 Vestur undirmannað, tá ið innskifti Jákup Henriksen sá gula kortið fyri aðru ferð og harvið eisini reyða kortið.