NSÍ hevur ein stóran favorittleiklut móti B68

Her eru oddsini upp á dystin B68-NSÍ

30. mars vann NSÍ 11-0 á B68 við Løkin í Runavík

Seinnapartin klokkan 17.15 verður grannauppgerð og dystur í Betrideildini hjá monnum á skránni. Á Svangaskarði á Toftum tekur B68 móti NSÍ.

 

Tá liðini hittust við Løkin í Runavík 30. mars vann NSÍ stórsigur 11-0. 

 

NSÍ er næstfremst í deildini við 35 stigum. B68 er nummar sjey við 18 stigum.

 

NSÍ hevur eina stóra favorittstøðu hjá altjóða veddingarfyritøkum, ið lata odds upp á dystin. 

 

Oddsini upp á heimasigur til B68 liggja millum 7,5 og 12,50.

 

Oddsini upp á javnleik liggja millum 5,60 og 7,11.

 

Oddsini upp á útisigur til NSÍ liggja millum 1,15 og 1,26. 

 

HER eru oddsini:

 

##med2##

 

##med3##

 

 

 

30. mars vann NSÍ 11-0 á B68 við Løkin í Runavík