Í Føroyum hava vit eina avmarkandi rúsdrekkalóggávu, sum hevur til endamáls at tálma nýtsluna og at minka um skaðan á einstaklingin og samfelagið. Hagtølini vísa, at síðan Rúsdrekkasøla Landsins læt upp, hava fólk drukkið minni av sterkum brennivíni og spyrja eftir veikari rúsdrekka av betri dygd í staðin.
– Skipanin er góð, og gongdina vilja vit hava at halda fram. Matstovuvinnan hevur tó eftirlýst at kunna keypa rúsdrekka beinleiðis úr útheimi, uttan um einkarsøluna. Hetta verður ikki mett hava neiliga ávirkan á nýtsluna, men kann hava nógv at siga fyri ferðavinnuna, sæst í ískoytistilfarinum til ólavsøkufrágreiðing løgmans.
– Ferðavinnan hevur stóran týdning fyri skapa ein fjøltáttaðan og mótstøðuføran búskap og tí fara vit at virka fyri at broyta rúsdrekkalógina, so vinnan fær betri karmar at virka eftir, stendur í tilfarinum til ólavsøkufrágreiðing løgmans
Sambært løglistanum til ólavsøkufrágreiðingina sæst, at lagt verður fram lógaruppskot, sum hevur til endamáls at loyva matstovuvinnuni at keypa rúsdrekka beinleiðis úr útheimi heldur enn um Rúsdrekkasølu Landsins.
– Hetta verður mett ikki at hava neiliga ávirkan á nýtsluna, men kann hava nógv at siga fyri ferðavinnuna, stendur í løglistanum.
Uppskotið verður lagt fyri tingið í vár.