Avrættaðu átta fólk í gjár

Higartil í ár hevur Saudia Arabia framt tilsamans 230 avrættingar. Samlaða talið í fjør var 338, og AFP væntar, at talið í ár verður enn størri

Í Saudi Arabia siga myndugleikarnir seg hava framt tilsamans átta avrættingar í gjár.

 

Hetta vóru fólk, sum høvdu fingið deyðadóm fyri smugling av hassji.

 

Haraftrat varð ein av teimum deyðadømdu avrættaður fyri eisini at hava dripið mammu sína.

 

Talið av avrættingum í Saudi Arabia er nógv økt í seinastuni - serliga í samband við mál um narkotika, veit tíðindastovan AFP at siga.

 

Millum tey átta, sum vórðu avrættað í Saudi Arabia í gjár, vóru fýra ríkisborgarar úr Somalia og tríggir úr Etiopia.

 

Sambært landsins myndugleikum fóru avrættingarnar fram í Najran-regiónini har suðuri í landinum.

 

Eitt yvirlit, sum tíðindastovan AFP hevur gjørt, vísir, at higartil í ár eru 230 fólk avrættað í Saudi Arabia.

 

- Líkt er til, at avrættingarnar í Saudi Arabia í ár kunnu gerast fleiri enn tær 338, sum var samlaða talið í fjør, veit AFP-tíðindastovan at siga.