Betri kvinnur: B36 er greitt oddalið í niðara endaspælinum

Mikukvøldið byrjar ovara endaspælið

Sigrið Hansdóttir skoraði tvey mál fyri B36 (Mynd: FSF)

Betrideildin hjá kvinnum er nú í tveimum. 

 

Í dag byrjaði niðara endaspælið. Liðini hava tikið stigini frá grundspælinum við sær.

 

Á ovara vølli í Gundadali í Havn vann B36 trivaligan 3-0 sigur á Skála. Sigrið Hansdóttir skoraði tvey mál, og Emma Hansdóttir skoraði eitt mál. 

 

B36 er greitt oddalið í niðara endaspælinum. Tær eru 10 stig frammanfyri 07 Vestur. 

 

Á Dungasandi í Sørvági endaði tað við javnleiki 1-1 millum 07 Vestur og FC Hoyvík. Hanna Ole-Jacobsen legði heimaliðið á odda longu í fimta minutti. 07 Vestur var leingi á sigurskós, men fimm minuttir inni í tíðini dómarin hevði lagt aftrat javnaði Noomi Hansen til 1-1.

 

Mikukvøldið byrjar ovara endaspælið. Í ovara vølli í Gundadali í Havn tekur HB móti KÍ, og í Sarpugerði í Norðragøtu tekur Víkingur móti NSÍ.

 

B36-Skála 3-0 (1-0)

 

1-0 Sigrið Hansdóttir (28.)

 

2-0 Emma Hansdóttir (54.)

 

3-0 Sigrið Hansdóttir, br. (90.+)

 

07 Vestur-FC Hoyvík 1-1 (1-0)

 

1-0 Hanna Ole-Jacobsen (5.)

 

1-1 Noomi Hansen (90.+)

 

Kelda: dystir.fo

 

Støðan: Endaspæl Betri kvinnur, niðari bólkur:

 

NrLIÐSTDSVDJDTDMFMM
1.B36 kv.1911002854-26
2.07 Vestur kv.910101162-51
3.Skála ÍF kv.710012063-43
4.FC Hoyvík kv.410105112-107

Sigrið Hansdóttir skoraði tvey mál fyri B36 (Mynd: FSF)