Víðagitni mat­stovu­leið­ar­in Jan Res­torff er deyð­ur 57 ár

Eftir sjúkralegu í eitt gott ár andaðist ein av kendastu tænaurunum í Danmark, føroyingurin, Jan Restorff, í dag

Jan Restorff hevur búð í Danmark at kalla alt sítt vaksna lív. Hann er av kendu Restorff-familjuni á Hotel Hafnia, sonur Johan og Esther Restorff. Johan, sum í mong ár var stjóri á Hotel Hafnia.

 

Hann er føddur í Havn 6. desember í 1967. Jan hevur verið giftur við Kira D. Restorff síðani 30. mars í 1999. Hon er úr Rødorvre. Tey børnini Tórur, Fraia og so Theis, sum Kira átti áðrenn, sum Jan tók til sín sum sín egna son.

 

Jan Restorff var í læru sum reseptiónsnæmingur á Glostrup Park Hotel frá 1986-88. Tænaralærlingur á SAS Royal CPH frá 1988-1990. Upptikin í DK Sommelier Forening í 1991.

 

Tænari á Søllerød Kro í 1991.

 

Sommelier/restaurantchef á SAS Royal CPH 1992-94.

 

Restaurantchef, Glostrup Park Hotel, Restaurant La Cocotte 1994-99;.

 

Restaurantchef/dagligur leiðari/uppvartari, Søllerød Kro fra 1999.

 

Jan Restorff var ímyndin av Søllerød Kro í Norðursælandi í Danmark, sum er frá 1677. Hann hevur starvast har sum matstovuleiðari síðani 1999.

 

Hann andaðist á Frederiksberg hospice klokkan 13.30 í dag danska tíð.

 

Tað var í mars í 2024, at hann fekk at vita, at hann hevði fingið krabbamein. Hann hevur havt tað eftir umstøðunum gott og verið til arbeiðis á krónni av og á, meðan hann hevur verið sjúkur. Men seinastu vikuna gjørdist hann so sjúkur, at hann í dag andaðist.

 

##med2##

 

##med3##

 

Hann hevur rættiliga gjørt vart við seg í donsku matstovuvinnuni og var ein av størstu persónligheitunum innan danska gastronomi og tænastuvinnu. Og fyri hetta hevur kenda matstovuguide'in, White Guide, fyri nøkrum árum síðani uppkallað tænastuvirðislønina eftir Jan. Hendan virðislønin hevur seinastu árini itið: »Årets Jan Restorff«.

 

Søllerød Kro hevur við Jan Restorff sum matstovuleiðari fingið Michelin stjørnur í 19 ár á rað, sum er eitt satt bragd.

##med4##

##med5##

 

Heiðrar:

 

  • Årets sommelier - Den Danske Spiseguide 2004
  • Champagne-prisen - Danmarks Bedste Spisesteder 2004
  • Årets bedste restaurant - Den Danske Spiseguide 2005 & 2018
  • Årets Service (tænasta) - Årets Ret (Gericke) 2007
  • 1 stjørnu (19 ferðir) - Michelin Guiden 2007-2025
  • Danmarks bedste vinkort - Den Danske Spiseguide (9 ferðir)
  • Årets udskænkning - Årets Ret  (Gericke) 2009 
  • Særprisen IKON - Den Danske Spiseguide 2010
  • Tikin upp í Kraks Blå Bog 2010
  • Særprisen Årets Ærespris - Årets Ret (Gericke) 2013
  • Bedste vinkort - White Guide 2015 & 2018
  • Særprisen Årenes Restaurant - Den Dk Spiseguide 2015
  • Årets Serviceoplevelse - White Guide 2016 & 2018
  • Hæderspris - Fonden Dansk Gastronomi 2019 
  • The Nordic Prize 2018 - The Best Restaurant 2019
  • Byens Bedste Service - AOK 2019
  • Navnið á virðislønini »Årets Serviceoplevelse« verður broytt til »Årets Jan Restorff« - White Guide 2019+20+21+22+23
  • Årets Vinoplevelse 2020+23 - White Guide