Meginparturin av línuflotanum liggur

- Veðrið verður gott ein stóran part av vikuni, og tí er væntandi, at nakað verður av útróðri

 

Sambært Fiskamarknaði Føroya er lítil línufiskiskapur undir Føroyum í løtuni.

 

- Eitt frystilínuskip fiskar í føroyskum sjógvi, og eitt frystilínuskip fer yvir á Flemish Kap.

 

Sagt verður, at restin av línuskipunum liggja.

 

Um útróður verður sagt, at streymurin hevur verið góður, men hann harðnar, sum vikan gongur.

 

- Veðrið verður gott ein stóran part av vikuni, og tí er væntandi, at nakað verður av útróðri.

 

Á Fiskamarknaði Føroya leggja tey aftrat, at útróðrarbátar hava brúkiligan fiskiskap.