Fjølmentanar­fam­ilju­leg­an verður aftur í oktober

Eftir eitt ára steðg verður sera vælumtókta fjølmentanarfamiljulegan hjá Reyða Krossi aftur.

Familjulegan savnar familjur úr øllum heiminum, sum búgva í Føroyum. Legan verður hildin í Nesvík í døgunum 10.-12. oktober 2025.

 

Í tí sambandi sóknast sjálvbodna leguleiðslan eftir fólki at hjálpa til sum sjálvboðin á leguni og sostatt vera við til at skapa eina trygga, stuttliga og inkluderandi legu.

 

Sjálvboðin fáa bjóðað skeið í sálarligari fyrstuhjálp, møguleika at taka kropsligt fyrstuhjálparskeið, umframt at fáa innlit í og gerast partur av heimsins størsta hjálparfelagsskapi, har dentur er lagdur á trivnaða, menning og góðan felagsskap.

 

Á leguni sjálvari kanst tú vænta tær nógvar góðar upplivingar, prát og virksemi, og sjálvsagt at koma í samband við og vera um fittu familjurnar og hini sjálvbodnu, ið eins og tú vilja gera ein mun.

 

Sjálvbodna leguleiðslan er komin væl ávegis við fyrireikingunum, tó so eru góðir møguleikar at geva sítt íkast til virksemi.

 

Á leguni hjálpa millum 20-30 sjálvboðin til og áleið 100 vaksin og børn við ymsum bakgrundum luttaka.

 

Til ber at lesa nærri um leguna og at tekna seg sum sjálvboðin á redcross.fo/intercultural.

 

Tekningin fyri familjur við tilflytara- og flóttafólkabakgrund letur skjótt upp – fylg við á sosialu miðlunum og á heimasíðuni.