Conference League: Túrur til írska lýðveldið bíðar um Víkingur knógvar Linfield

Shelbourne møtir krútsterka kroatiska liðnum, Rijeka

Hóskvøldið klokkan 19 spælir Víkingur fyrra dystin í triðja undanumfarinum í Conference League. Mótstøðuliðið á Tórsvølli verður Linfield úr Norðurírlandi, ið fimm ferðir hevur gjørt lívið súrt fyri føroysk lið í evropeiskum kappingum, og hevur sent tey úr kappingunum.

 

Megnar Víkingur samlað at knógva norðurírska, Linfield, so bíðar sannlíkt írsk mótstøða í Play Off umfarinum, har vinnarin vinnur seg í deildarspælið.

 

Taparin av dystinum í meistaraslóðini í Europa League millum kroatiska, Rijeka og Shelbourne úr írska lýðveldinum møtir samlaða vinnaranum av uppgerðini millum Víking og Linfield.

 

Rijeka er risastórur favorittur undan dystunum móti Shelbourne. 

 

Í 2014 tapti Víkingur 1-5 og 0-4 fyri Rijeka í Europa League undankappingini.