Í annaðkvøld klokkan 19.45 skal KÍ spæla fyrra dystin í triðja undanumfarinum í Conference League.
Dysturin á Tórsvølli verður móti belarussiska liðnum, Neman.
Tað verður ein portugisiskur dómari, ið fer at leiða dystin millum KÍ og Neman.
Talan er um 38 ára gamla, Cláudio Filipe Ruivo Pereira, ið hevur dømt dystir í bestu portugisisku fótbóltsdeildini, Premeira Liga síðani 2018.
Tó hevur Cláudio Filipe Ruivo Pereira ikki so nógvar altjóða royndir. Hann gjørdist altjóða dómari hjá FIFA og UEFA í fjør.
KÍ KLAKSVÍK (FRO) - NEMAN (BLR)
Dómari: Cláudio Filipe Ruivo Pereira POR
Hjálpardómari 1: Pedro Nuno de Sá Martins POR
Hjálpardómari 2: Pedro Ricardo Ferreira Ribeiro POR
Fjórði dómari: Bruno José Ribeiro Pires da Costa POR
VAR dómari: Hélder Miguel de Azevedo Malheiro POR
VAR hjálpardómari: Hélder Filipe Cláudio de Carvalho POR
UEFA dómaraeygleiðari: Kristinn Jakobsson ISL
UEFA umboð: Milan Janković BIH