Tað gekk akkurát hjá HB

FC Suðuroy misnýtti brotsspark, og HB sektaði stór mistøk í uppspælinum hjá heimaliðnum

Setningurin hjá André Olsen og hansara monnum seinnapartin á Vágseiði var at vinna øll stigini í fyrstu royndini eftir strævnu altjóða dystirnar í summar.

 

Og tað eydnaðist HB at vinna øll stigini. HB vann 2-1 og er harvið undir liðini á NSÍ, sum er næstfremst. Hálvleiksstøðan var 1-0til HB.

 

Tapið ber við sær, at FC Suðuroy framvegis er undir niðurflytingarstrikuni, og tað er ikki at undrast á, at teir á Vágseiði iðra seg. Tí meðan støðan framvegis var málleysur javnleikur, misnýtti heimaliðið brotsspark. Tað var í 22. minutti, at Fríði Holm misnýtti brotsspark. Hann sendi bóltin til vinstru fyri seg sjálvan, og Reinis Reinholds, sum vardi málið, nú Bjarti Vitalis Mørk var leikbannaður, bjargaði.

 

Tíggju minuttir undan steðginum legði HB seg framum. Málskjútti var Jákup L. Thomsen og bæði í hesum førinum og tá ið sigursmálið varð skorað 18 minuttir undan leikloki, vóru teir í heimaverjuni ikki nóg ansnir.

 

Eftir innkast sneiddi Jákup L. Thomsen seg framvið málverjanum, ið kendi seg noyddan at fara úr málinum, og so  trillaði hann úr spískum í høgru bóltin í tóma málið. Hetta var sjeynda málið hjá Jákupi L. Thomsen í landskappingini í ár.

 

Heimaliðið fekk um endan aftur, tá ið ein tími var farin. Salmundur Bech spældi mitt fyri eitt vet í høgru til liðformannin Pætur Augurstinussen, sum sendi bóltin í handara síðunetið. Hetta var fyrsta ferðin yvirhøvur, at 22 ára gamli Pætur Augustinussen var málskjútti í bestu landskappingini.

 

Tað var beinanvegin eftir, at HB hevði framt tvær útskiftingar. Onnur var, at Áki Johannesen avloysti Ejvind R. Mouritsen. Áki Johannesen er nústaðni komin fyri seg eftir skaðan, sum hevur hildið honum frá fótbóltinum, síðani hann í vetur flutti úr B68 og til HB.

 

Hin útskiftingin var, at Emil G. Pedersen avloysti Bartal Páll Klein. Tólv minuttir eftir, at hann var innskiftur, skoraði Emil G. Pedersen 2-1 sigursmálið hjá HB. Uppleggið átti óføri vongverjin í høgru Ási P. Dam, og eisini í hesum førinum var tað mistak í uppspælinum úr verjuni hjá heimaliðnum, at møguleikin stóðst. Hetta var sjeynda málið hjá Emil G. Pedersen í landskappingini í ár.

 

Sunnudagin verður FC Suðuroy partur av ógvuliga týdningarmiklari oyggjauppgerð við Stórá í Trongisvági.

 

HB fær sunnudagin vitjan av EB/Streymi.