SF: Magni syngur country og gospel

Kendi countrysangarin úr Vestmanna framførir á Summar Festivalinum

Magni Christiansen er kendur sum country- og gospelsangari, og hann dugir framúr væl at framføra á palli. Hann hevur gjøgnum árini givið nógvan tónleik út, og hann hevur verið íðin at spæla konsertir kring landið.

 

Nú er tíðin aftur komin, at Magni Christiansen aftur fer at framføra á Summar Festivalinum, har hann áður hevur havt frálíkar konsertir.

 

Magni Christiansen og Bernhard Højgaard Petersen fara at hava framførslu á Torginum, og teir fara at spæla góðar country- og gospelsangir – til dømis "Við vegin", "Me And Bobby McGee", "Detroit City", "Her glaður eg ferðist" og aðrar.

 

Hetta verður ein góð konsertløta við kendum og væl umtóktum country- og gospelsangum.

 

Summar Festivalurin verður hildin dagarnar 7. til 9. august. Konsertin hjá Magna Christiansen verður á Torginum fríggjakvøld kl. 00:30.

 

Á midnátt í kvøld hækkar prísurin á vikuskiftispassum til Summar Festivalin. 

 

Her kanst tú lesa serblað um Summar Festivalin