Á seinasta løgtingsvali fekk Framsókn tríggjar tingsessir. Fyrstvald var Ruth Vang við 978 atkvøður. Bjarni Kárason Petersen er næstur við 355 atkvøðum, meðan Sólvit Nolsø fekk triðja og seinasta tingsessin hjá flokkinum við 249 atkøvðum.
Tá samgongan varð skipað, fóru bæði Ruth Vang og Bjarnir Kárason Petersen í landsstýrið, og harvið vóru boð eftir tveimum varafólkum.
Næst á listanum vóru Karlot Hergeirsson við 155 atkvøðum, meðan Hanna Jensen fekk seinna varasessin við 111 atkvøður.
Næsti maður á listanu nú er Árni M. Dam við 102 atkvøður.
Nú Sólvit Nolsø leggur frá sær, eru boð eftir Árna M. Dam, sum fyri okkum hevur váttað, at hann tekur við tingsessinum, sum hann fær síðst í mánaðinum.
Sólvit Nolsø sigur við in.fo, at hann ikki fer at biðja um farloyvi, men at hann sigur tingsessin frá sær. Tá tingmaður ger tað, so vendst ikki aftur, og hann kann ikki taka tingsessin aftur. Tað hevði hann kunnað, um hann fór í farloyvi úr tingsessinum.
Tí verður Karlot Hergeirsson, sum fyrsti varamaður hjá flokkinum, nú fastur tingmaður og verður í øllum førum sitandi á tingi til næsta val, sjálvt um tað skuldi hent, at flokkur fer úr landsstýrinum, og landsstýrisfólk floksins taka við aftur tingsessunum.
Soleiðis var atkvøðubýtið á listanum hjá Framsókn til seinasta løgtingsval 8. deseber í 2022:
1. Ruth Vang 978 atkvøður
2. Bjarni K. Petersen: 355 atkvøður
3. Sólvit Nolsø: 249 atkvøður
4. Karlot Hergeirsson: 155 atkvøður
5. Hanna Jensen: 111 atkvøður
6. Árni M. Dam: 102 atkvøður
7. Súsanna Olsen: 99 atkvøður
8. Ró Samuelsen: 84 atkvøður
9. Christoffur Gert Nielsen: 69 atkvøður
10. Jákup Petur Eliassen: 61 atkvøður
11. Hilbert í Grógv: 48 atkvøður
12. Oddvør Dahl: 47 atkvøður
13. Oda W. Andreasen: 38 atkvøður
14. Jógvan Woxnæs Olsen: 34 atkvøður
15. Rani Hjaltalin Midjord: 21 atkvøður
16. Kristian Clementsen: 19 atkvøður
17. Birita Arge: 14 atkvøður