Um tað eydnast KÍ at vinna ein samlaðan sigur á belarussiska liðnum, Neman í triðja undanumfarinum í Conference League bíðar ein stór og tung uppgáva í Play Off umfarinum, har vinnarin vinnur seg í deildarspælið.
Mótstøðuliðið í Play Off dystunum verður úr La Liga. Talan er um spanska høvuðsstaðarliðið, Rayo Vallecano.
Um KÍ vinnur seg í Play Off umfarið verður tað fyrstu ferð í søguni, at eitt føroysk felagslið og eitt spanskt felagslið møtast í einari evropeiskari kapping.
Rayo Vallecano endaði á einum áttanda plássi í La Liga í undanfarna kappingarári.
Í vikuskiftinum tapti Rayo Vallecano í einum venjingardysti 2-3 fyri enska liðnum, West Bromwich Albion.
Komandi sunnudag spælir Rayo Vallecano venjingardyst móti Sunderland.
##med2##