Í gjár var árliga stuðulsrenningin á TeenStreet í Suðurtýsklandi, nevnd RAG. RAG stendur fyri Raise And Give, - Samla Og Gev. Og tað má sigast, at væl varð samlað, tí tá ið avtornaði, vísti tað seg, at hesi runnu fyri 71.000 evrur, sum svarar til væl omanfyri hálva millión krónur.
Renningin á TeenStreet er skipað á tann hátt, at hvør rennari hevur savnað sær nakrar stuðlar, ið annaðhvørt stuðla við fastari upphædd ella við at lata eina upphædd pr. rundu, sum verður runnin.
Á hendan hátt ræður um at renna so nógvar rundir, sum ein nú orkar – meira tú rennur, meira savnar tú av peningi. Runnið verður inni á økinum her á TeenStreet, og hvør runda er umleið ein kilometur.
Kappast varð eisini um hvørt lið, ið samlað rann flestar rundur. Ikki óvæntað var tað eitt føroyskt lið, ið lá langt fremst. Tað liðið rann samanlagt 182 rundir. Eisini var tað ein føroyingur, ið hevði fingið flest stuðlar at stuðla sær.
Í ár verður savnað inn til hesar tríggjar verkætlaninar:
1. Stuðul fer til at hjálpa, bøta um og tálma rúsevnismisnýtsluni í Laos, sum er alsamt vaksandi
2. OM í Albania
3. TeenStreet kring heimin